Lýsing
Almannaverkið søkir eftir starvsfólkum til nýggja Sambýlið á Reynstúni á Argjum. Húsið er fyri fólk við menningartarni og fjølbreki. Í húsinum er pláss fyri 18 fólkum. Sambýlið er skipað í tvær lonir við níggju búfólkum í hvørji lon. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk. Trýst her fyri at lesa meir um Reynstún.
Um størvini
Fýra størv millum 20-40 tímar um vikuna. Eitt av størvunum er til at byrja 01.09.2025 og hini skjótast til ber. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Vaktirnar fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti.
Eisini verður søkt eftir avloysarum í samband við frítíð, sjúkrafráveru, avspáking og feriu.