Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir leiðara til eindina Menningartarn. Tú fert at leiða Sambýli á Rúnarvegi 3 og 6 í Runavík og Bú- og viðgerðarstovnin á Jústabrekku 1 í Klaksvík. Les meiri um støðini við at trýsta á hesi leinki: Sambýlið Rúnarvegur 3, Sambýlið Rúnarvegur 6 og Bú- og viðgerðarstovnurin Jústabrekka. Roknast skal við ferðing í sambandi við arbeiðið.
Tú vísir til eindarleiðaran og verður partur av einum leiðslutoymi, sum er eindarleiðari og níggju leiðarar.
Starvið er fulla tíð og verður sett 01.09.2025 ella eftir nærri avtalu.