Vága Kommuna
Útgivið
16. maj 2025
Útgongur
2. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hjarta fyri børnunum og elskar tú at arbeiða í nærumhvørvi, har náttúra, nærvera og relasjónir eru í fremstu røð? So er hetta starvið fyri teg!

Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovur, barnagarðstovur og serstovu í Miðgarði, til at byrja tann 1. juli ella eftir nærri avtalu.

Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági við uml. 108 børnum. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til 6 ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.

Um starvið
Sum námsfrøðingur í Miðgarði fært tú møguleikan at arbeiða í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið støðugt arbeiðir við at menna okkara námsfrøðiligu hugsanir og praksis.

Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á at skipa dagligdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum – heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Hetta gera vit við at arbeiða út frá okkara virkisætlan, relasjónum, nærveru og einum barnasýni, ið setur barnið og familjuna í miðdepilin.

Vit vænta av tær:

  • Tú ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar relasjónir við børn, foreldur og starvsfelagar
  • Tú hevur eitt barnasýn og eina námsfrøðiliga hugsan, ið samsvarar við okkara virðisgrundarlag
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
  • Tú tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú hevur hug at vera partur av einum lærandi stovni, og vil menna bæði teg sjálvan og stovnin fakliga

Okkara umhvørvi
Miðgarður liggur í vøkrum og virknum náttúruumhvørvi við fjøllum, fjøru, viðarlund og áum sum okkara nærmastu grannum. Hetta gevur okkum serliga góðar møguleikar at nýta náttúruna sum part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.

Vit eru partur av 3 ára verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øðrum stovnum og skúlum í Vágum, har vit leggja dent á at brúka nýggjastu vitanina í verki.

Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er millum kl. 7:15 og 17:00. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

  • Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24.
  • Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
  • Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.

Meira at vita?
Ring til leiðaran Majbritt Poulsen á tlf. 794510, ella vitja okkara heimasíður www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Umsókn
Søk starvið við at klikkja her. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. juni 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið