P/F ArtiCon
Útgivið
17. maj 2025
Útgongur
31. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært

Lýsing

Hevur tú hug og hegni at samskifta, samstarva og at føra verkætlanir trygt á mál saman við plássleiðsluni?

ArtiCon søkir dugnaligan, ábyrgdarfullan og royndan byggileiðara, ið er til reiðar saman við plássleiðsluni at stýra verklags- og byggiverkætlanum frá byrjan til enda.

Byggileiðararnir eru okkara millumleiðarar. Tú kemur at hjálpa okkara arbeiðsleiðarum og verkætlanarleiðarum í dagligum uppgávum, har fakligur stoltleiki og smidleiki eru í hásæti.

ArtiCon hevur dugnalig starvsfólk, ið duga at tryggja, at verkætlanir eydnast væl. Vit virða óformella umhvørvið og lætta tónan í samspæli við fakligan dugnaskap og málrættað arbeiðsátøk. Vit hjálpa hvør øðrum og geva góða fakliga vegleiðing.

Arbeiðsøki

Starvið sum byggileiðari fevnir í høvuðsheitum um byggileiðslu herundir:

  • samskipan og leiðsla av verkætlanum, herundir eisini trygdararbeiði á staðnum,
  • samskifti við veitarar og ráðgevar,
  • góðskutrygging av arbeiðum,
  • stýring av fíggjar- og tíðarætlan,
  • ger av arbeiðsvegleiðingum.

Tín vangamynd

Persónligir førleikar

  • góð samstarvsevni,
  • dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst,
  • nærløgd/nærlagdur,
  • arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Fakligir førleikar

  • tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði og/ella byggitøkni. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki
  • góður kunnleiki til kt-skipanir so sum MS-Office, MS Project og Revit er ein fyrimunur
  • vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur arbeitt í byggi- og/ella verklagsvinnuni, tó ikki eitt krav.

Vit bjóða

  • eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
  • tú gerst partur av einum góðum toymi við verkætlanarleiðarum, tøkningum og formonnum
  • Eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjøllbroytni bæði í aldri, kyni og mentan

Tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur onkrar spurningar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Søk starvið.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið