Ocean Rainforest
Útgivið
19. maj 2025
Útgongur
1. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Ocean Rainforest leitar eftir arbeiðssomum og ágrýtnum starvsfólki at arbeiða á framleiðsluvirkinum okkara í Kaldbak. Talan er um eitt tíðaravmarkaðum frá mai til og við oktober 2025, tó við møguleika fyri leingjan um tørvur er á tí.

Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:

  • Skiljing og sortering av tara.
  • Turking og pakking av vørum.
  • Meirvirkirka taran.
  • Annað fyrifallandi arbeiði innan framleiðslu.

Vit leggja dent á eitt gott og spennandi arbeiðsumhvørvi, og tú verður partur av einum fjølbroyttum og dugnaligum toymi.

Vit leita eftir fólki, ið:

  • Kanst arbeiða í skiftisvaktum
  • Hevur gott arbeiðslag og samstarvsevnir
  • Ert ábyrgdarfull/ur og álítandi

Fyrimunir (ikki krav):

  • Trukkføraraskeið ella koyrikort til størri vogn.
  • Royndir innan framleiðslu ella líknandi arbeiði

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri tímalønt starvsfólk.

Hevur tú spurningar ella ynskir at søkja, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sveinur Øssur S. Petersen, Rakstrarstjóri, við at skriva til: Sveinur@oceanrainforest.com ella ring á fyri at hoyra meira um starvið 269795

Um okkum: Ocean Rainforest er ein spennandi fyritøka, ið stendur í stórari menning. Virksemið hjá fyritøkuni fevnir um aling og framleiðslu av tara í Føroyum.

Líknandi størv

19. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið