SEV
Útgivið
20. maj 2025
Útgongur
2. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at menna føroysku løðiparkina og framtíðartryggja elbilaøkið?

Vit sóknast eftir eldhugaðum leiðara til menning av elbilaøkinum hjá Sev at byrja skjótast gjørligt.

Starvið
Elbilaøkið er í støðugari menning og fyri slóðbrótandi broytingum. Sum liður í arbeiðinum við grønu kósini hevur Sev sett upp almennar løðistøðir og veitir harumframt elbilaeigarum heimaløðistøð.

Tú leiðir elbiladeildina, sum hevur ábyrgd av løðiparkini hjá Sev.

Umframt leiðsluuppgávurnar umfatar starvið samskifti við okkara kundar og aðrar deildir hjá Sev.

3 fólk manna elbiladeildina í løtuni, og deildin er partur av vaktarskipan, sum veitir kundatænastu uttan fyri vanliga upplatingartíð.

Arbeiðsuppgávur
Uppgávan hjá tær sum leiðara verður at samskipa arbeiðið á deildini, herundir við uppseting og útflýggjan av heimaløðistøðum og av almennum løðistøðum. Tú syrgir fyri, at almennar eins væl og heimaløðistøðir verða viðlíkahildnar á rættan hátt. Deildin tekur sær av bíleggingum av løðistøðum, viðger tær, og veitir elbilaeigarum bestu tænastu í mun til løðing. Talan er um umsiting, viðlíkahald, at greina og finna møgulig brek í løðiparkini um alt landið. Eisini eru tær kt-skipanir, ið koyra løðiparkina ein týðandi partur av umsitingini eins væl og víðarimenning av økinum.

Harafturat mennir tú í samstarvi við onnur nýggjar loysnir á elbilaøkinum.

Tú hevur skrivstovu á Landavegnum í Havn, men allar Føroyar eru arbeiðsstaður tín.


Vit vænta okkum ein leiðara, sum við áræði fer undir at skapa sín egna arbeiðsdag og sítt egna arbeiðsøki.

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi eltekniska útbúgving og kunnleika til eløkið,
  • hevur evni til at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir, og royndir við feilfinning
  • ikki ræðist broytingar, men lættlynt/ur tekur ímóti avbjóðingum á økinum,
  • hevur koyrikort til persónbil,
  • hevur góð samstarvsevni og góð samskiftisevni,
  • ert tolin og trívist við kundasamskifti, umframt samskifti við starvsfelagar á øðrum deildum hjá Sev,
  • kanst arbeiða skeivar arbeiðstíðir,
  • kennir teg aftur í virkisvirðunum hjá Sev: samstarv, eldhugi og virðing.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Sev bjóðar tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn. Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, og starvið er lønt í 35. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jón Nielsen, deildarstjóra fyri Net partin, á telefon 210464.
Umsóknarfreistin er 2. juni 2025. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo, viðmerk: deildarleiðari elbiladeildin

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið