Lýsing
Sum grafikari hjá 62°N fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning.
Arbeiðsuppgávurnar eru fyrst og fremst grafiskar, men eisini aðrar uppgávur innan marknaðarførslu.
Vit vænta, at umsøkjarin:
- Er kreativ/-ur
- Er opin og fyrikomandi
- Er skipað/-ur, sjálvstøðug/-ur og tekur ábyrgd
- Arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
Talan er um hálva tíð, og arbeiðstíð og løn verður ásett eftir avtalu.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at venda sær til Leiv Samuelsen, stjóra, á tlf. 73 35 05 ella á leivur@62n.fo.
Allar umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo, og umsóknarfreistin er 24. juli 2022.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
62°N er ein av fremstu aktørunum innan ferðavinnu í Føroyum og hevur eitt fjøltáttað virkisøki: ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, hotel, matstovu og bilaleigu.