Útgivið
24. juni 2022
Útgongur
24. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Gymnasiala Tøknibreytin sóknast eftir tímalærara til lærugreinina sálarfrøði at byrja 15.august 2022.

Førleiki
Kunngerð nr. 119 frá 19. juli 2019 um fakligan førleika hjá lærarum í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, https://logir.fo/Kunngerd/23-fra-07-04-2014-um-fakligan-forleika-hja-laerarum-i-gymnasialu-midnamsutbugvingunum

Av tær vænta vit, at tú
Kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt
Ert ein eldhugaður, opin og jaligur undirvísari
Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga
Hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk

Starvið
umfatar undirvísing av tøknibreytarnæmingum í sálarfrøði umframt tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.
Sálarfrøði C-stig er 2 og 4 tímar aðruhvørja viku.
Setanartreytir
eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 10.juli 2022.
Lærarin skal taka við starvinum 15.august 2022.
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Kjartan Gaard Sleire, økisleiðara, kjartans@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóri.

Tekniski Skúlin í Klaksvík
www.tsk.fo

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið