Landsbókasavnið
Útgivið
22. maj 2025
Útgongur
1. juli 2025
Staður
J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
T-post
annikas@lbs.fo

Lýsing

Er tað tær vit leita eftir?

Vit sóknast eftir einum stravsfelaga at arbeiða í Innkeypsdeildini og í móttøkuni.

At byrja 1. september 2025.

Innkeypsdeildin skipar fyri innkeypi av føroyskum og útlendskum tilfari til Landsbókasavnið og onnur bókasøvn í landinum.
Tú kemur, saman við øðrum at gera bókasavnstilfar klárt til útláns, umframt at hava annað fyrifallandi arbeiði.

Í móttøkuni kemur tú at avgreiða okkara viðskiftafólk og tí er týdningarmikið at tú kanst samskifta við fólk tú ikki kennir, bæði andlit til andlits og í talu og í skrift.

Vit vænta at tú hevur

  • Góð samstarvsevni
  • Góðan tænastuhugburð og dirvi til at taka ábyrgd
  • Góðan teldukunnleika
  • Góðir málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum er ein fyrimunur
  • Góðan røkjuskap og er álítandi og fleksibul
  • Miðnámsprógv ella líknandi
  • Koyrikort

Vit kunnu bjóða

  • Eitt fjøltáttað og spennandi starv í einum gevandi arbeiðsumhvørvi
  • Góða upplæring
  • Skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Eitt gott toymi har dentur verður lagdur á trivnað

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv 39 tímar um vikuna við møguleika fyri niðursettari tíð.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 1. juli 2025.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð á tlf. 340511, ella við telduposti til annikas@lbs.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið