Lýsing
Vit sóknast eftir dugnaligum handverkarum at byrja so skjótt sum til ber.
Ert tú húsasmiður ella hevur royndir í fakinum, og vilt tú arbeiða í einum spennandi og nýmótans umhvørvi, har tínir førleikar verða virðismettir og alsamt hvestir? Kom og smíða hjá ArtiCon.
Vit leita eftir royndum og ágrýtnum timburmonnum og timburkvinnum, ið vilja skapa framtíðar byggiverkætlanir saman við okkum.
Sum partur av toymi okkara fært tú møguleikan at arbeiða kring alt landið saman við starvsfeløgum, ið leggja dent á dygd í øllum lutum. Eru tit fleiri, ið arbeiða saman, kunnu tit eisini søkja sum eitt samlað timburtoymi.