Lýsing
Ynskir tú at verða við til at menna góða barnalívið á dagstovnaøkinum, hava eitt arbeiðspláss har felagsskapurin og samanhaldið er í hásæti og at menna teg fakliga? Tað kann Dagstovnurin Birkilund bjóða tær.
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin Birkilund eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum at byrja 4. august 2025. Talan er um føst og tíðaravmarkað størv í vøggustovu og barnagarði á 30 til 40 tímar um vikuna.
Námsfrøðingar ið fáa prógv í summar eru vælkomin at søkja.
Birkilund er ein av størstu stovnunum í Tórshavnar kommunu. Her ganga áleið 120 børn dagliga. Stovnurin liggur væl fyri í náttúruvakra umhvørvinum í eysturbýnum, beint við Hoyvíkstjørn. Stovnurin liggur tætt við miðbýin og tí er skjótt at fara, bæði í bý og náttúru. Vit eru dagliga úti á túrum við børnunum í eitt nú Viðarlundini, Boanesi, Græsagarði og Hoydølum, har børnini hava góðar umstøður til at royna seg í avbjóðandi lendi, eins og tey kunnu uppliva frísku náttúruna og djóralívið rundanum okkum.
Øll børn hava rætt til góð og trygg barnaár og okkara fremsta uppgáva er, at tryggja børnunum ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag. Vit vaksnu sum eru um børnini í nógvar tímar í gerandisdegnum, leggja stóran dent á at skapa karmar, ið geva børnunum møguleika at hugsavna- og royna seg í teirra áhugamálum, eins og børn hava tørv á at verða avbjóða fyri at mennast.
Í Birkilund eru tríggjar vøggustovur, fýra barnagarðsstovur og ein stova til 6 ára gomlu børnini, sum ganga seinasta árið á stovni. Í Birkilund arbeiða um 30 starvsfólk, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk ið eru dugnalig, fitt og festlig at arbeiða saman við og har námsfrøðin er í hásæti.