Lýsing
Søkt verður eftir eini náttarvakt til Ellisheimið í havn, at arbeiða aðru hvørja viku. Vit søkja náttarvakt, ið kann arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi, og stuðla húsfólkunum.
Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml. 35 starvsfólk hava sítt yrkið her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Hetta við at arbeiða viðurkennandi, og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunna trívast og mennast. Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og royna vit javnan at gera ymsar aktivitetir fyri húsfólkið.
Søkt verður eftir:
- náttarvakt í fast starv á setanarbrøki 0,8 skjótast gjørligt, har arbeitt verður mánanátt til sunnunátt
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/nattarvakt-til-ellisheimid/