Útgivið
29. juni 2022
Útgongur
29. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Til Hegns- & Urtagarðsbúð okkara á Hálsi sóknast vit eftir einum ágrýtnum fólki einar 30-40 tímar um vikuna.

Talan kann eisini verða um eitt lærlingapláss til lagur, um tann rætti søkir.

Arbeiðsuppgávur:
Tú kemur at verða í vørumóttøkuni, avgreiða ordrar, koyra vøru út, fylla vøru upp, avgreiða kundar og ganga til handa.

Persónurin vit leita eftir, má tíma væl at arbeiða sjálvur, er røkin og er tænastusinnaður.

Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort til persónsbil. Fyrimunur er, um tú hevur koyrikoyrt til trukk.

Um okkum
Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Í dag kalla vit okkum fyri Thomas Dam á Hálsi og reka vit heilsølu og hava vit handlarnir Hegns- & náttúrubúð og Veitslu- & køksbúð. Vit halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn. Í løtuni eru vit 8 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir dygd, menning og trivna.

Hevur starvið tín áhuga send okkum eina umsókn á post@thomasdam.fo.

Umsóknarfreist er 7. juli 2022. Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkjari er funnin.

Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla
Heykavegur 3
Tórshavn
Tlf: 311400

post@thomasdam.fo

 

 

Líknandi størv

Starvsfólk til Activ Hornabø   Faroe Islands nýtt
27. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið