Lýsing
Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til Blómugarð á Húsum. Talan er um starv á 35 tímar, við møguleika at tillaga tímatali eftir rætta umsøkjara, so tað hóskar best fyri stovn og starvsfólk. Starvsbyrjan er juli/august 2025
Blómugarður hevur frálíka staðseting mitt í Húsa bygd. Náttúran, nærumhvørvið og bygdarmentanin er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í Blómugarði.
Talan er um eina samansetta stovu, har fyrstu børnini byrjaðu í februar 2024 og eru í aldrinum 1 ár til og við 2.flokk.
Vit kunnu bjóða:
- Eitt nýtt, spennadi og fjølbroytt starv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
- Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
- Møguleikan at verða við til at menna og mynda nýggju stovueindina
Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo
Starvsfólk til Blómugarð á Húsum