P/F Effo
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
17. juni 2025
Staður
Cuba
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at veita góða tænastu, og hava góðar starvsfelagar? Vit á Effo støðini í Klaksvík sóknast eftir einum kundavinarligum og fryntligum starvsfelaga, sum trívist í einum ferðmiklum og fjøltáttaðum arbeiðsplássi.

Um starvið
Arbeiðið fevnir um kassaavgreiðslu, tilgerð av skundverðum, samskifti við veitarar og nakað av fyrisitingarligum arbeiði. Um tú hevur royndir innan matstovu/handil og kundatænastu, er tað fyrimunur, men ikki eitt krav.
Arbeiðstíðin er 30-35 tímar um vikuna og fevnir um morgun- og dagvaktir.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert arbeiðssom/samur, og hevur gott og jaligt lag
  • ert tænastusinnað/ur
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd
  • trívist í einum arbeiðsplássi, har ongin dagur er eins

Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við støðleiðaran Bryndis Simonsen á 506270. Skrivlig umsókn við upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.juni. Ynskiligt er at viðkomandi byrjar beinanvegin.

Send umsókn til brs@effo.fo

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið