Landssjúkrahúsið
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
29. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Hevur tú áhugað fyri sjúkrarøkt innan endoskopi, har tú raðfestir høga dygd? Hevur tú hug at arbeiða á einari deild við royndum og ídnum starvsfelagum? So er hetta starvið júst nakað fyri teg.

Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til endoskopi til setan 01.09.2025. Talan er um eitt upplæringsstarv á brøk 1.0, í dagtíð 8-16 yrkadagar.

Endoskopiin er ein eind á Skurðgongini á Landssjúkrahúsinum. Ì skopiini starvast 4 sjúkrarøktarfrøðingar, harumframt eru 15 skurðsjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini og 3 sterilassistentar í Sterilsentralinum.

Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðrir. Sergreinir innan endoskopiina eru; koloskopiir, gastroskopiir, ERCP o. a.

sí lýsing her

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið