Lýsing
Valdemar Lützen Byggibúð søkir lærling til handilin á Skálatrøð í Havn – handilin er byggibúð við fjølbroyttum úrvali og vit leggja dent á trivna og at kundin fær eina góða uppliving.
Um okkum / starvið
Vit bjóða eitt spennandi lærupláss við góðum starvsfelagum, ið hjálpa tær at mennast og læra um alt innan byggibúð.
Partur av lærutíðini umfatar skúlagongd í Danmark, har tú fær bestu vitan um byggibúðir og timburhandlar á hugnaligum skúla í Jyllandi.
Eftir lærutíðina eru góðir møguleikar fyri eitt trygt og væl-lønt starv.
Um teg / førleikar
Vit leita eftir einum starvsfelaga sum hevur ein jaligan hugburð og dámar at samskifta við fólk.
Týdningarmestu eginleikar eru at tú er røkin og skipaður – fakliga vitanin um amboð og tilfar kemur í gerandisdegnum og við skúlagongdini.
Kjarnin í starvinum er søla við tænastu og kundarøkt sum fremsta mál.
Umsøkjarar mugu hava FHS útbúgving og fyrimunur er um tú hevur koyrikort.
Lærutíðin er 2 ½ ár, iróknað 4 skeið í Danmark á 14 dagar.
Freistin at søkja er 09. juni.
Umsóknir við CV og viðmælum skulu sendast til vlb@vlb.fo.
Nærri kunning um starvið og handilin kann fáast við at ringja til: Jón McGavin, handilsleiðara, á tel. 231016.