Kvívíkar Kommuna
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
13. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi at byrja 01.09.25 fram til 19.06.26

Førleikakrøv
Okkum tørvar lærara, ið kann undirvísa í rokning, donskum og hondarbeiði.

Vit søkja eftir tær sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans. Vit leggja dent á, at tú sum lærari

  • vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
  • er stundvísin, fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð til næmingar, læru og menning
  • dugir væl at samstarva og samskifta
  • hevur áræði til at taka ábyrgd og tekur virknan leiklut í áhaldandi fakligu og námsfrøðiligu menningini av Kvívíkar skúla

Lønar- og setanartreytir
Starvið er tíðaravmarkað frá 01.09.25 fram til 19.06.26, og setanarbrotið er 0,75. Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Um skúlan
Í Kvívíkar skúla ganga 72 næmingar, frá 1. til 7. flokki. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð. Miðdeild hevur kálgarðin um hendi í einum tvørfakligum samstarvi millum náttúru og tøkni og aðrar viðkomandi lærugreinar.

Harumframt er skúlin partur av trivnaðarátakinum ”Betri vinir í grunddeild", ið verður skipað sum ein verkætlan millum skúlan, Nám, Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið.

Umsóknir
Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær.

Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 13. juni kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen á rudi.olsen@skulin.fo og merkt ”starv”.

Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til skúlastjóran á tlf. 292422

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið