Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Curacao
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir einum dugnaligum og nærløgdum starvsfelaga at arbeiða við HR- og lønarumsiting.

Um starvið
Tú fert at hava sjálvstøðuga ábyrgd fyri einum lønarfelag og fert eisini at hava ein týðandi leiklut í innanhýsis grannskoðan av lønum. Uppgávurnar eru m.a.:

  • Lønarumsiting
  • Innanhýsis grannskoðan av lønum
  • Sjúkrameldingar
  • Skráseting í skipanum
  • Fyrisitingarligar uppgávur
  • Back-up í móttøkuni

Harumframt verða eisini aðrar uppgávur, sum verða loystar saman við starvsfeløgum í deildini, sum til dømis starvsfólkatiltøk v.m.

Tú verður partur av deildini "HR & Fyrisiting", sum er samansett av trimum funktiónsumráðum: Lønartoymi, HR Ráðgevaratoymi og Móttøka. Deildin hevur ábyrgd fyri løn, setan, starvsfólkamenning, innanhýsis samskifti og móttøku. Starvið sum HR umsitari er partur av lønartoyminum.

Í HR & Fyrisiting, fært tú dugnaligar, stuttligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum leggja nógva orku í at gera eitt gott arbeiði. Vit vilja sjálvandi gera okkara til, at tú fært eina góða byrjan í starvinum.

Starvsstaðurin er á Glyvrum.

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi yrkisútbúgving innan fyrisiting, banka, ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan lønarumsiting.

Tú mást hava góðar KT førleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Skipanir, sum vit arbeiða við eru m.a. Nema Løn, Nema Tíð, Navision, KlintraFólk og 360. Harumframt trívist tú við uppgávum, sum ganga aftur hvørja viku. Nærlagni fellur tær náttúrligt, men tú megnar at avgreiða uppgávur við tíðarfreist.

Tú ert fyrikomandi og trívist í einari deild, sum veitir tænastu til øll feløg í samtakinum og hevur beinleiðis samskifti við nógv starvsfólk. Samstundis ert tú áhaldandi og heldur teg ikki aftur við at vísa á títt sjónarmið.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag við spennandi og avbjóðandi uppgávum, sum menna bæði fakliga og persónliga.

Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað. Vit seta æru í okkara arbeiði, men minna eisini hvønn annan á, at tað er annað í lívinum enn arbeiði. Vit bjóða harumframt góðar starvsfólkatryggingar og eina góða kantinu.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 11. juli 2022

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Monu Langgaard, lønarleiðara, á tlf. 23 56 10 ella við telduposti til mola@bakkafrost.com.

Søk starvið her.


Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com

 

 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið