Sambandsflokkin á Fólkatingi
Útgivið
6. juni 2025
Útgongur
30. juni 2025
Staður
Christiansborg 1240 København K, Denmark
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
kaj.joensen@ft.dk

Lýsing

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sóknast eftir einum ráðgeva at byrja á skrivstovuni 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Sum ráðgevi hjá okkum fært tú innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv i einum mennandi umhvørvi. Starvsfólkahópurin hjá okkum arbeiðir tætt saman, og vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum á skrivstovuni á Christiansborg.

Førleikar

  1. Vit vænta, at tú:
  2. Hevur áhuga í bæði føroyskum og donskum politikki
  3. Hevur góð samstarvsevni
  4. Arbeiðir sjálvstøðugt
  5. Hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum
  6. Megnar at hava fleiri bóltar í luftini
  7. Ert ábyrgdarfull/fullur
  8. Dugir at seta teg inn í torskild mál og fjølbroytt evni

Praktiskar upplýsingar
Talan er um eitt fulltíðarstarv sum ráðgevi á skrivstovuni hjá Annu Falkenberg og Sambandsflokkinum á Fólkatingi, sum liggur á Christiansborg í Keypmannahavn.

Lønin verður sett sambært avtalu.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Kaj Joensen á teldupost: kaj.joensen@ft.dk í seinasta lagi 30. juni 2025.

Skriva “Ráðgevi” í evnisteigin. Vit halda setanarsamrøður leypandi og sum skjótast eftir umsóknarfreistina.

Um tú hevur spurningar til starvið ella Sambandsflokkin á Fólkatingi, ert tú vælkomin at venda tær til Kaj Joensen á tlf. +45 61625724

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið