KJ
Útgivið
7. juni 2025
Útgongur
25. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit hava nógv jørn í eldinum og nógvar spennandi verkætlanir eru fyri framman. Vit leita eftir verkfrøðingi til projekterings- og eftirlitsarbeiði.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • Nýbygging av tvíkiljum og smoltstøðum
  • Styrkiútrokningar
  • Tilboðsgeving

Vit bjóða:
Vit bjóða tær eitt sjálvstøðugt, fjølbroytt og mennandi starv, við mongum ymiskum arbeiðsuppgávum og avbjóðingum í eini spennandi fyritøku, sum leggur stóran dent á góðsku. Hjá KJ hava vit góðar tryggingar til starvsfólkini og matarskipanir á deildunum.

Útbúgving og royndir:
Tað er eitt krav at tú ert kønur í tekniskari tekning og hevur góðan kunnleika til forritini Autocad og Inventor. Kunnleiki til Ansys er ein fyrimunur.

Vit vænta av tær:

  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Ert jalig/ur
  • Ert ágrýtin
  • Hevur lætt við at læra nýggjar vørur og skipanir at kenna
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymum 

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Birgir Samuelsen, tekniska leiðara, á tel. 58 88 56 ella bsa@kj.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.

Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25.juni 2025. Umsókn og viðkomandi skjøl kunnu sendast til starv@kj.fo ella latast inn umvegis heimasíðu okkara – https://www.kj.fo/um-okkum/leys-storv/

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið