SP/F Elding
Útgivið
7. juni 2025
Útgongur
1. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú klár/ur at taka næsta stig á tínari yrkisleið? Elding søkir eftir ágrýtnum og eldhugaðum skrivstovunæmingi at byrja skjótast gjørligt. Sum lærlingur hjá okkum fært tú møguleikan at menna teg í einum fjølbroyttum og fjøltáttaðum umhvørvi, har tú verður ein týðandi partur av bókhaldinum.

Treyt:

  • Tú hevur FHS/miðnámsútbúgving

Vit vænta

  • At t ú ert opin og fyrikomandi
  • At tú hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt lærupláss
  • Eitt umhvørvi har nógv er at gera
  • Eitt spennandi arbeiðspláss við avbjóðingum og møguleikum

Útbúgvingin:

  • Skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting
  • Í lærutíðini er næmingurin í skúla á Glasi
  • Lønar og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum Samverk og FAG

Fá meir at vita

Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Oniku Norðgerð, fíggjarleiðara á tlf. 529050 ella skrivligan fyrispurning til kon@elding.fo

Umsókn
Umsókn, prógv og møgulig viðmæli kunnu sendast til telduposti til kon@elding.fo

Umsóknarfreist: 1. august 2025

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið