Fuglafjarðar Kommuna
Útgivið
10. juni 2025
Útgongur
22. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir varaleiðara og námsfrøðingum at byrja 4. august 2025, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Um Kamb
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúru vøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali. Kambur veitir heilddagstilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Vit hava opið 7.15-17 gerandisdagar.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

  • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn
  • at virða tað einstaka barnið
  • at ferðast nógv í náttúruni

Vit ynskja, at tú:

  • sum varaleiðari kemur at verða við til, at mynda stovnin
  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
  • er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
  • dámar væl at vera uttandura
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
  • sær møguleikar fram um forðingar og megnar broytingar í arbeiðinum
  • undir ábyrgd og partur leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið á Kambi

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnajáttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjarin verður settur í starv.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. juni. 2025

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 238092

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið