Lýsing
Ert tú námsfrøðingur, ergoterapeutur, fysioterapeutur, ella hevur tú líknandi útbúgving innan heilsuøkið á bachelorstøði, og royndir at arbeiða við vaksnum fólkum, so hevur Heilsu- og umsorganartænastan feriuavloysarastarv til tín í summar.
Heilsu- og umsorganartænastan tørvar avloysarar í tíðarskeiðnum 1. juli til 15. september.
Søkt verður eftir:
Avloysarum, sum hava áhuga og hegni, at skapa ein góðan gerandisdag hjá teimum eldru, og samstundis veita ta røkt og umsorgan, tey hava tørv á .Tú kemur at vera við til at skapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí verður tú partur í einum starvsliði, ið fakliga stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett út frá støðu og lívssøgu hins einstaka.
Avloysarum, sum hava hug til at arbeiða innan eldrarøktina, antin heima hjá borgarum og ella á eldrabústovnum í Tórshavnar Kommunu.
Søkt verður eftir avloysarum skjótast gjørligt og til hálvan september 2022.
leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/ert-tu-fus-at-taka-eitt-eyka-tak-i-summarfritidini/