Kringvarp Føroya
Útgivið
11. juni 2025
Útgongur
8. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

– vit leita eftir journalistum til føst størv.

Tú hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, hugsar og spyr kritiskt, og trívist í almenna rúminum. Og møguliga hevur tú eisini ein redaktør í búkinum! Tað er tíni umsókn, vit bíða eftir.

Kringvarp Føroya er størsti og mest álítandi tíðindamiðil í Føroyum, og sambært kanningum hava 75% av føroyingum stórt ella sera stórt álit á Kringvarpinum, og meira enn 60% av føroyingum brúka Kringvarpið dagliga ella fleiri ferðir um dagin.

Dagliga arbeiðið á Aktuelt er at gera tíðindi til heimasíðu og til loftmiðlar okkara. Vit eru “á” frá morgun til kvøld, og arbeiðið hevur bæði tempo og fjølbroytni. Vit arbeiða tætt saman um at gera tað, vit lata úr hondunum, livandi, greitt og hvast.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og raka eisini vikuskifti viðhvørt, men vit eru fleksibul og laga okkum so væl, tað ber til eftir ynskjunum frá starvsfólkunum. Sum journalistur hjá okkum fært tú møguleikan at arbeiða á minst tveimum spennandi miðlapallum: útvarp, sjónvarp ella kvf.fo, og tú mást sjálvandi duga væl føroyskt í skrift og talu.

Um tú hevur hegni og hug, stendur tær í boði at fáa skeið og upplæring og verða ein av tíðindaredaktørum okkara.

Vit leita eftir tær, sum
- hevur journalistiska útbúgving ella viðkomandi útbúgving og/ella royndir
- hugsar sjálvstøðugt um, hvat eigur at verða sett á dagsskrá
- vilt gera mun
- hevur høgt trúvirði og ert álítandi
- tosar og skrivar á góðum og greiðum máli
- tolir opnan dialog um títt arbeiði

Hjá okkum fært tú
- eitt gott redaktionelt bakland og sparring
- bestu møguleikar í Føroyum at royna ymisk brigdi av journalistikki
- eitt livandi arbeiðsumhvørvi, har ongin dagur er eins

Setanar- og lønarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er í miðal 39 tímar um vikuna við skiftandi vaktum.

Lat okkum frætta frá tær
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum skal sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi 8. juli 2025. Merk teldupostin “Journalistur” í evnisrútin.

Vit frætta fegin frá tær, um tú vilt vita meira um starvsmøguleikan. Ring til Katrina Petersen, tíðindaleiðaran, á telefon 296549 ella send teldupost til katrinp@kvf.fo.

Líknandi størv

13. juni 2025
13. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið