Lýsing
Dveylan søkir eftir dugnaligum vaskifólkum at arbeiða dagarbeiði, sum eru millum kl 8 og 16.
Arbeiði kann vera frá hálvatíð upp til fullatíð.
Vit søkja eftir fólki, ið dáma at halda húsið reint og føla eina ábyrgd at hjálpa teimum eldru í samfelagnum – umframt øðrum.
Um tú einans leitar eftir avloysara starvið, so eru vit eisini áhugaði at hoyra frá tær.
Arbeiðskrøv
- At tú gongur høgt upp í góðskuna og hevur eyga fyri reingerð.
- At tú arbeiður við einari góðari ferð.
- At tú ert stabil/ur við uppmøting.
- Arbeiðir væl sjálvstøðugt og eisini væl í toymi.
- Kanst samskifta við eldri borgarar, sum ofta einans duga Føroyskt.
- Ert fyrikomandi og jalig/ur við kundarnar.
Ynskiligt er at tú kanst koyra bil.
Umsókn
Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.
Meira fæst at vita við at ringja til Turið Heinesen, telefon 660345.
Umsóknir skulu sendast til bokhald@dveylan.fo viðmerk “umsókn – Starvslýsing Dagarbeiði Tórshavn”.