Lýsing
Starvið sum kt-supportari er bæði spennandi og avbjóðandi, og tú fært ein lyklaleiklut sum tann, ið starvsfólk á Strandferðsluni venda sær til við kt-avbjóðingum.
Tínar høvuðsuppgávur verða at arbeiða við rakstri og viðlíkahaldi av kjarnuskipanum og kt-útgerð á skipunum og bussunum. Eisini skalt tú tryggja, at allur tól- og ritbúnaður virkar trygt og ótarnaður.
Kjarnuskipanirnar eru til dømis nýggja bíleggingarskipanin, premaster (viðlíkahald av skipum) og Fara (ferðaseðlaskipanin).
Tú verður eisini ein partur av at menna verandi kt-skipanir og tryggja, at starvsfólkini fáa nøktandi kt-vitan og førleikar. Tú trívist væl við at veita brúkarastuðul og hevur eitt jaligt lyndi, ert tolin og dugir at greiða frá tøkniligum avbjóðingum á ein einfaldan hátt.
Síðstu árini er tað blivið alt meiri vanligt at samskifta á netinum, og tú fer at umsita teams-fundarútgerðina á skipum og arbeiðsstøðum. Tú má samstundis vera sinnað/ur at loysa trupulleikar á staðnum, tá ið tað krevst. Tí er avgerðandi, at tú hevur koyrikort.
Vit vænta, at tú
- Hevur viðkomandi útbúgving so sum kt-supportari, datamatikari ella tilsvarandi royndir
- Er tænastusinnað/ur og samskiftisfør/ur
- Er ein góður liðleikara, sum trívist væl við at arbeiða í einum lítlum toymi
- Hevur lætt við at skapa og varðveita góð samstørv
- Er skipað/ur, og broytingarsinnað/ur
- Setir sjóneykuna á loysnir og dugir og megnar at taka avgerðirHevur góðar málsligar og skriftligar førleikar í føroyskum, enskum og norðurlendskum
Til tann rætta umsøkjaran bjóða vit eitt starv við møguleika fyri persónligari og fakligari menning í einum livnandi og lívligum umhvørvi.
Setan og løn
Starvið er lønt í lønarflokki 4 sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Ynskiligt er, at rætta viðkomandi, byrjar 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 26. juni 2025, kl. 12.00. Spurningar kunnu vendast til Guðlaug Herason, KT- leiðara á 293051 ella guh@ssl.fo.
Leinkja til starvslýsing er her:
Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni - ásett við lóg - er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.