Lýsing
So ert tú møguliga júst tann, vit á Hotel Hafnia leita eftir til starvið sum fundar- og matstovuleiðari á okkara livandi og sjarmerandi hotelli mitt í býnum. Tú verður partur av einum góðum og dugnaligum arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at koma við tínum íkasti.
Um starvið
Sum fundar- og matstovuleiðari fært tú eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum virknum Greenkey hotelli, har vit leggja okkum eftir at lúka høg krøv innan umhvørvi og burðardygd.
Tínar arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:
- At tryggja, at veitslur og tiltøk eru væl samskipaði
- Gera arbeiðsætlan
- Læra nýggj starvsfólk upp
- Samskipa innkeyp til deildina
- Og nógvar aðrar spennandi og mennandi uppgávur
Um teg
Tú ert ein sjónligur leiðari, ið altíð setur høgt tænastustøði í fremstu røð. Tú ert ein liðspælari, sum kann koma við nýggjum hugskotum og arbeiðir væl saman við øðrum. Eisini skalt tú duga at samskifta greitt og arbeiða sjálvstøðugt, tá tað er neyðugt.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Freist at søkja
Freistin at søkja starvið er 07. juli 2025. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn og sjálvandi í trúnaði.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni her
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við F & B leiðaran Peter Hentze, á telduposti ph@hafnia.fo ella á telefon +298 233146.