Fuglafjarðar Kommuna
Útgivið
17. juni 2025
Útgongur
1. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til reingerð í frítíðarskúlanum Kambi á Kambsdali, at byrja 04. august 2025

Um starvið
Starvið inniber alla dagliga reingerð í frítíðarskúlanum og talan er um reingerð 17,5 tímar aðru hvørja viku.

Vit vænta, at tú hevur hesar førleikar :

  • Royndir innan reingerð. (Hettar er tó ikki eitt krav)
  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtur væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er

Setanar- og lønarviðurskiftir
Talan er um fast starv og royndartíðin er 3 mánaðir. Arbeiðstíðin er eftir kl. 17.00.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan

Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagið 1. juli 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið