
Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum 30 tímar um vikuna.
Starvið umfatar:
- Ábyrgd av køkinum
- Matgerð
- Ábyrgd av innkeypi
- Planlegging og gera vikuætlanir
- Vera blindu og sjónveiku brúkarunum til hjálpar
Krav til fakligar førleikar:
- Hava royndir at gera mat til nógv fólk
- Hava koyrikort
Krav til persónligar førleikar:
- Jaligur
- Góð samstarvsevnir
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt
- Gera heilsugóðan mat
- Hava hugflog
Sjóndepilin bjóðar:
- Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
- Atlit og arbeiðshættir
- Góðar arbeiðsumstøður
- Møguleikar fyri menning
- Góðar starvsfelagar
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum: Fíggjarmálaráðið og Arbeiðskvinnufelagið
Starvið verður sett 1. septembur ella eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juli 2025.
Umsóknin skal sendast til:
Sjóndepilin
att. leiðarin
Íslandsvegur 10A
FO-100 Tórshavn
Ella sum teldupost: kak@sjondepilin.fo
Um Sjóndepilin
Sjóndepilin er vitanardepil á sjón- og rehabiliteringsøkinum og veitir ráðgeving til fólk, ið eru blind ella sjónveik, til teirra avvarðandi og kunning til starvsfólk á arbeiðsplássum, barnagørðum og skúlum.