Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
19. juni 2025
Útgongur
16. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir
Tveimum fysioterapeutum til fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka.
Talan er um tvey farloyvisstørv á starvsbroti 1,0 frá 1. oktober 2025 til 30. september 2026 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri starvsbroti.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
  • At veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til eldri borgarar
  • At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
  • At undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
  • Arbeiðið hjá fysioterapeutunum fer fram í venjingarhølinum hjá Ven og Virka í Klaksvík og á Viðareiði, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Ven og Virka er skipað við einum deildarleiðara, sum er fysioterapeutur og einum leiðandi ergoterapeuti. Umframt teir starvast 3 fysioterapeutar, 3 ergoterapeutar og ein heilsurøktari. Deildin er eisini lestrarpláss fyri fysioterapi- og ergoterapilesandi.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur.

Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum – í samstarvi tvørtur um fak og geirar – leggur dent á venjing og rehabilitering og stuðlar undir, at eldri borgarar megna gerandisdagin og kunna búleikast heima sum longst.

Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/-ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til framhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Visjónsorðingin hjá NBH sæst á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Fysioterapeutfelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara, á tel. 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 16. juli 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið