Lýsing
Brennur tú fyri at veita eina góða tænastu og at hjálpa øðrum? Ert tú fyrikomandi og ynskir eitt starv í einari kommunu, sum er í støðugari menning og framgongd? So er tað tær vit leita eftir.
Sunda kommuna søkir eftir einum ágrýtnum skrivstovunæmingi, sum kann byrja 1. september, ella eftir nærri avtalu.
Í umsitingini hjá Sunda kommunu starvast níggju fólk. Sum skrivstovunæmingur hjá okkum verður tú knýtt/ur at móttøkuni, har arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi. Í móttøkuni ert tú ein avgerandi leiklutur í, at borgarnir í kommununi fáa eina góða og jaliga móttøku og vegleiðing. Tú sleppur eisini at royna teg á hinum deildunum og fært kunnleika til ymisk starvsøkir í umsitingini.
Um teg ynskja vit at tú:
- Hevur miðnámsútbúgving.
- Hevur áhuga og hegni til fyrisitingarligt arbeiði.
- Ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra.
- Arbeiðir miðvíst, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
- Hevur góðan telduførleika og dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum.
- Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
Vit bjóða:
- Eina breiða skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting - Skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting (EUX).
- Ein spennandi arbeiðsdag har tú kanst seta tín dám á uppgávurnar og umhvørvið.
- Eitt lærupláss, har tú fært neyva upplæring innan kommunala umsiting og innlit í ymisk fakøkir.
Setanarviðurskifti:
Lærutíðin verður fastløgd eftir tínum prógvum og starvsroyndum. Partur av lærutíðini er skúlagongd í Danmark.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra í Sunda kommunu, á 29 72 05 ella erland@sunda.fo.
Skrivlig umsókn, saman við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til sunda@sunda.fo. Umsóknarfreistin er 4. juli 2025.
Merkið umsóknina “Skrivstovunæmingur”.
Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.