P/F Dekksentrið
Útgivið
23. juni 2025
Útgongur
7. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dekksentrið søkir eftir dugnaligum og ábyrgdarfullum verkførara at leiða okkara mekaniska verkstað. Vit hava nógv at gera, og arbeiðið er í støðugum vøkstri. Tí leita vit eftir einum eldhugaðum einstaklingi, sum dugir væl at skipa arbeiðið og samstarva við starvsfólk og kundar.

Tínar høvuðsuppgávur verða:

  • Daglig leiðsla av mekaniska verkstaðnum
  • Skipan og raðfesting av arbeiðsuppgávum
  • Samskifti við kundar og vegleiðing um bestu loysnirnar
  • Tryggja, at arbeiðið verður gjørt skjótt, væl og kostnaðareffektivt
  • Fylgja upp á allar fyrispurningar og tryggja góða kundatænastu

Vit vænta, at tú:

  • Hevur mekaniska vitan og royndir innan yrkið
  • Hevur góð leiðaraevnir og dugir at motivera og samskifta við starvsfólk
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og ábyrgdarfullur
  • Dugir væl at samskifta við kundar og veitarar
  • Hevur gott yvirlit og megnar at handfara fleiri uppgávur samstundis

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum virknum og mennandi arbeiðsplássi
  • Góðar lønar- og arbeiðsumstøður
  • Møguleika fyri at seta dám á menningina av verkstaðnum
  • Eitt gott arbeiðspláss við dugnaligum og fryntligum starvsfeløgum

 

Um tú heldur, at tú ert tann rætti til starvið, so send okkum eina umsókn á runi@dekk.fo. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið