Lýsing
Vit leita eftir dugnaligum starvsfelagum og lærlingum. Sum sølufólk í Sport 24 í SMS, verður tú partur av Skálkur Samtakinum við 8 ymiskum handlum í SMS, einari deild í Saltangará og nýggjum handlinum í Klaksvík, nethandilinum Skalkur.fo og eini fyristiting.
Vit bjóða tær:
-
Eitt mennandi og læruríkt lærupláss innan handil og móta
-
Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
-
Sósialt og livandi arbeiðsumhvørvi
-
Part av einum fjølbroyttum samtakið við fleiri handlum og møguleikum
Hetta fert tú at læra:
-
Ráðgeva og selja til kundar
-
Móttaka og seta upp vørur
-
Halda handilin reinan og innbjóðandi
-
Arbeiða við kassa, goymslu og skipan
-
Læra um ítróttarklæði, skógvar, ymisku ítróttargreinirnar, klæðamerki og kundatænastu
Vit vóna, at tú:
-
Ert ábyrgarfull/ur, arbeiðssom/samur og forvitin
-
Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
-
Hevur áhuga fyri móta og tínum persónliga vøkstri
Send umsókn og lívsrensl til starv@skalkur.fo ella ring til Petur Ova á +298 252000 um tú hevur spurningar.
Læruplássið verður sett tá rætti lærlingurin er funnin.