NIPS
Útgivið
23. juni 2025
Útgongur
7. juli 2025
Staður
Cuba
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Nips er ein livandi og inspirerandi lívstílshandil. Vit bjóða nútímans klæðir til kvinnur við sansi fyri sniði og góðsku – og samstundis vakrar prýðislutir, gávur og heimlig ting til øll, sum elska at skapa hugnalig umhvørvi í heiminum.

Handilin er ein keldustaður fyri íblástur, har kundin skal kenna seg vælkomnan, hugtikin og inspireraðan – hvørja ferð.

Vit bjóða tær:

  • Eitt mennandi og læruríkt lærupláss innan handil, móta og interiør

  • Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum

  • Sósialt og livandi arbeiðsumhvørvi

  • Part av einum fjølbroyttum samtakið við fleiri handlum og møguleikum

Hetta fert tú at læra:

  • Ráðgeva og selja til kundar

  • Móttaka og seta upp vørur

  • Halda handilin reinan og innbjóðandi

  • Arbeiða við kassa, goymslu og skipan

  • Læra um móta, interiør, merki og kundatænastu

Vit vóna, at tú:

  • Ert ábyrgarfull/ur, arbeiðssom/samur og forvitin

  • Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

  • Hevur áhuga fyri móta og tínum persónliga vøkstri

 

Send umsókn og lívsrensl til starv@skalkur.fo ella ring til Hannu Muller á +298 792223 um tú hevur spurningar.
Læruplássið verður sett tá rætti lærlingurin er funnin.

Líknandi størv

Lærari til Timburdeildina   Faroe Islands nýtt
23. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið