Skansi Offshore
Útgivið
25. juni 2025
Útgongur
8. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Partíðarstarv

Lýsing

Skansi Offshore leitar eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum kokki at avloysa ein túr í tíðarskeiðnum frá 16 juli til 20 august.

Um starvið:
Starvið sum kokkur fevnir um matgerð, reingerð av køkshølum og proviantering v.m

Vit vænta:

  • At tú ert fyrikomandi og smílandi
  • Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Hevur gott reinføri

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum skipskokkur
  • Trygdarskeið
  • Heilsuváttan
  • Royndir sum skipskokkur er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Setanartreytir:
Setanin er sambært galdandi sáttmála millum reiðarafelagið fyri handilsskip og Sjómannadeild FF’s.

Tíðaravmarkað frá 16 juli til 20 august, við møguleika fyri at gerast fastur avloysari.

Tú arbeiðir 1:1, hetta merkir at tú verður løntur 5 vikur umborð og 5 vikur heima.

Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum eina umsókn við CV og prógvum til jobs@skansi.fo

Spurningar kunnu setast Elin Sigvardsen, manningarleiðara á tlf. 614902 ella á Elin@skansi.fo

Um Skansi Offshore
Skansi Offshore varð stovnað í 2006 og hava vit nógvar royndir innan offshore- bæði í Norðsjónum og úti í heimi.

Vit eiga og reka fimm PSV’arir. – Platform Supply Vessels. Hesi skipini eru serliga útgjørd til at kunna veita tænastur til boripallar og annað virksemi í oljuvinnuni.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið