Tórshavnar kommuna
Lýsing
Hevur tú hug at verða partur av einum arbeiðsplássi, sum lyftir uppgávur av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi? Vit leita eftir einum arbeiðssomum starvsfelaga at gerast partur av reinsitoyminum, sum tekur sær av at tøma tangar og reinsiverk í Tórshavnar kommunu.
Í reinsitoyminum arbeiða tilsamans 5 starvsfólk. Í toyminum verður dentur lagdur á, at arbeiðið er væl skipað, og at gott samstarv er millum starvsfelagar. Reinsitoymið er partur av av Kommunalu Brennistøðini, har tað starvast umleið 40 fólk innan fyrisiting, endurnýtslu, brennistøð, jarnmóttøku, tyrving og tangatøming.