Lýsing
Nú er tín møguleiki at mynda framtíðina hjá SPORT 24 Outlet her!
Hevur tú hug til at ganga á odda fyri einum innbjóðandi handli, har avrik og trivnaður eru sameind?
Vit leita eftir einum nýggjum eldhugaðum handilsleiðara!
Vit bjóða tær
• Fasta løn og starvsfólkaavsláttur
• Eitt leiðarastarv við ábyrgd
• At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning. Tú verður partur av áhugaverdum samstarvi við fyritøkuna Meistran, har dentur m.a. verður lagdur á leiðslumenning
• Eitt arbeiðspláss har vit leggja dent á ”tað góða arbeiðsplássið”
Vit ynskja
Ein leiðara, ið stuðlar felagsskapinum í SPORT 24 Outlet, og felagnum sum eina heild – eitt samstarv kring Føroyar. Tú ert sjónlig/ur, hevur eyga fyri smálutum og leggur dent á kundatænastu á høgum støði.
Umframt ímynda vit okkum, at tú:
• Hevur viljan til at ganga á odda fyri tí góða arbeiðsplássinum
• Ert ein leiðari, sum dugir at kveikja áhugan at arbeiða, og loyvir starvsfólkunum at hugna sær við arbeiðsuppgávunum
• Tekur og gevur ábyrgd
• Dugir at lurta og samskifta á virðiligan hátt
• Hevur handilsútbúgving og/ella viðkomandi leiðsluroyndir
• Hevur koyrikort
Uppgávur
• At skipa arbeiðið og vera viðleikari í handlinum
• Vera ein fyrimynd fyri tíni starvsfólk og leggja dent á starvsfólkatrivnað
• Vegleiða og ráðgeva starvsfólkum og kundum
• Bíleggja vøru og viðlíkahalda handilin í samspæli við toymið
• Tryggja innihald til Facebook- og Instagramsíðu
• At samstarva við hinar eindirnar í felagnum
Ert tú við uppá menning og avbjóðingar? Og ert tú klár/ur at taka næsta stigið? Vit eru spent at hoyra frá tær!
Send eina umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo
Umsóknarfreistin er 28. juli 2025 kl. 12
Starvið er fastlønt. Løn og tímatal sambært avtalu. Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvið skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Spurningar? Ring ella skriva til Ásu á tlf. 257786 gerandisdagar kl. 10:00 – 15:00.
Hoyrast!
Um okkum: SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk tilknytt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.