Lýsing
Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum sálarfrøðingi til somatiska økið at byrja 01.08.2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt barsilsfarloyvisstarv á starvsbrøki 0,8. Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús.
Um starvið
Talan er um eitt fjøltáttað starv, sum í høvuðsheitum umfatar sálarfrøðiligar tænastur í somatikkini, har dentur verður lagdur á at veita sálarfrøðiligar tænastur til tey, sum verða rakt av hóttandi og/ella kroniskari sjúku og teirra avvarðandi.
Staðsetingin hjá sálarfrøðinginum verður á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, og kemur tú at vísa til leiðaran í Endurvenjingini.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Sálarfrøðilig hjálp til sjúklingar við bæði kroniskari og bráðfeingis sjúku og teirra avvarðandi
- Veita kreppuhjálp
- Screening av sjúklingum fyri møguligar sálarligar sjúkur
- Verndar- og copingstrategiir til sjúklingar og avvarðandi
- Ráðgeving og stuðlandi samrøður við sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk.
Førleikar
- Cand.psych. ella samsvarandi útbúgving við løggilding
- Fakligar royndir við sálarfrøði arbeiði í somatikkini
- Førleikar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
- Evni at seta í verk fyriskipanir
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Góðar telduførleikar.
Vit vænta
Eitt starvsfólk, ið er fyrikomandi og álitsvekjandi. Vísir góðan hugburð og hevur fokus á tvørfakligt samstarv. Eisini verður vænta høgt fakligt støði og vitan um nýggjastu granskingina á økinum.
Vit bjóða
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
- Felags innleiðslu.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara í Endurvenjingini, tlf. 211602 ella á alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 10.07.2025.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.