Útgivið
26. juni 2025
Útgongur
10. juli 2025
Staður
Sunda Kommuna, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu. Talan er um eitt starv á 30 tímar.
Starvsbyrjan 11. august ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarka starv.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit dent á:

  • at børnini skulu trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið.
  • at ferðast nógv í náttúruni.

Vit ynskja at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmala millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §2, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og viðmælum, verða Dagstovninum við Kráir í hendi í
seinasta lagi mikudagin 9.juli.

Dagstovnurin við Kráir
Hvalvíksvegur 74
430 Hvalvík
ella
krair@sunda.fo
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Karinu Eidesgaard, stovnsleiðara á telefon 297235.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið