Almannaverkið
Útgivið
27. juni 2025
Útgongur
10. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Partíðarstarv

Lýsing

Um størvini

  • Tvey føst størv 28 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.
  • Eitt farloyvisstarv í brøki 0,2 at arbeiða tvey vikuskiftir um mánaðin. Starvið er til 31.01.2027.

Arbeiðsuppgávur
Søkt verður eftir fólki at starvast á stovni í Vági. Uppgávan er at vera hjá fólki, ið krevur hjálp og hjáveru alt døgnið.

Vit arbeiða miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum. Vit arbeiða somuleiðis við sansastimbran og massagu. Tú verður við til at leggja til rættis heilsu- og námsfrøðiliga arbeiðið og tað praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.

Javnvirði er partur av gerandisdegnum og saman við hinum starvsfólkunum skalt tú virka fyri einum tryggum, skipaðum og mennandi gerandisdegi. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144746&DepartmentId=19210&MediaId=4615

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið