Búnaðarstovan
Útgivið
27. juni 2025
Útgongur
7. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Ófaklært

Lýsing

Í sambandi við, at Búnaðarstovan skipar fyri móttøku av ull í summar, tørvar okkum fólk til arbeiðis at taka sær av dagligu uppgávunum í hesum sambandi. Talan verður um arbeiði at taka ímóti, skilja og pakka ullina.

Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað størv frá umleið 21. juli og til nakað inn í september mánað 2025. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu senda Búnaðarstovuni eina umsókn við telduposti til bst@bst.fo í síðsta lagi hin 7. juli 2025 kl. 15.00.

Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum og ynskja at frætta nærri, eru vælkomin at venda sær til Joanu Bjarnastein á tlf. 299018.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið