Lýsing
Almannaverkið søkir eftir fólki til fast starv og eftir fólki at arbeiða sum avloysari á Mýrivegi 13 kj í Klaksvík. Á Mýrivegi 13 kj. búgva fólk við autismu og fjølbreki.
Um starvið
Fasta starvið er fulla tíð og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.
Um ynski er um eitt sindur niðursettan arbeiðsbrøk er møguleiki at gera avtalu um tað.
Í avloysarastarvinum kemur man at avloysa í sambandi við sjúku, feriu, avspáking og aðra fráveru hjá starvsfólkum.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144744&DepartmentId=19175&MediaId=4615