
Lýsing
Hevur tú áhuga fyri ítrótti og vilt tú vera við til halda ítróttin reinan?
Anti Doping Føroyar søkir eftir álítandi anti doping eftirlitsfólki at taka lut í arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum.
Um starvið:
Sum anti doping eftirlitsfólk kemur tú at verða partur av toyminum hjá Anti Doping Føroyum, ið taka dopingroyndir av íðkarum í sambandi við kappingar og venjingar. Arbeiðið fer fram kring alt landið og kann bæði vera dag, kvøld og vikuskiftiskifti.
Vit bjóða:
- Tímalønt starv við kappingarførari løn
- Spennandi og samfelagsavgerandi arbeiði
- Góða upplæring og vegleiðing
Vit vænta, at tú:
- Ert álítandi og nágreinilig/ur
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur góðar samskiftisførleikar
- Kanst arbeiða fleksibult, alt eftir nær kappingar og venjingar eru
- Hevur koyrikort
Um tú hevur innlit í ella áhuga fyri ítrótti er tað ein fyrimunur, men ikki krav.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Umsóknarfreist: 28. Juli 2025
Send umsókn og stutt lívrensl til antidoping@antidoping.fo.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á +298 210402 ella antidoping@antidoping.fo