Landssjúkrahúsið
Lýsing
Hevur tú góð skipanarevnir og dugir væl at samskifta? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg!
Landssjúkrahúsið søkir eftir einum starvsfólki til hálvtíðarstarv at starvast saman við verandi samskipara fyri útbúgving av yngri læknum. Talan er um eitt fjølbroytt og samfelagsliga týdningarmikið starv, sum hevur við sær at samskipa og fyrisita læknaútbúgvingarforløbini, frá KBU til høvuðsútbúgving, hjá læknum á Landssjúkrahúsinum.
Starvsbyrjanin er 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.