Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at seta 01.09.2025 ella eftir nærri avtalu.Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Sambýlið í Smærugøtu 29 í Havn er í Almannaverkinum og hoyrir til eindinaMenningartarn. Á sambýlinum búgva fimm búfólk við menningartarni og sálarligumavbjóðingum.
Høvuðsuppgávan er millum annað at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi ogsjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul ogumsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar atarbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við aðrar samstarvspartar.
Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, ogsomuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæðimillum búfólk og starvsfólk. Vit stuðla og vegleiða búfólkunum í persónligumviðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum tey kunnu møta í gerandisdegnum.
Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitaðarbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka.
Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er