Umhvørvisstovan
Útgivið
2. juli 2025
Útgongur
15. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og tænastusinnaðum starvsfólki tilStjórnarskrivstovuna. Stjórnarskrivstovan er stápseind á Umhvørvisstovuni oghevur ábyrgd av tvørgangandi viðurskiftum á stovninum. Hetta fevnir m.a. umstarvsfólkaviðurskifti, innan- og uttanhýsis samskifti, KT-support og KT-trygd,journal, fíggjarviðurskifti, móttøku, reingerð og viðlíkahald.

Starvið
verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har hevurmøguleika at menna teg í starvinum. Tínar høvuðsuppgávur vera millum annað at:

  • málsviðgera umsóknir um endurrindan av MVG
  • svara fyrispurningum um matrikulerar broytingar og tinglýsing
  • luttaka í uppgávum á Landsfólkayvirlitinum og í sambandi viðvápnaskráseting, tørvur er á
  • journalisera og taka lut í fyrifallandi skrivstovuuppgávum
  • loysa av í móttøkuni, tørvur er á
  • fyrireika fundir

Førleikar
Vit vænta at tú:

  • hevur skrivstovuútbúgving
  • ert tænastusinnað/ur
  • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
  • dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, um hevur royndir innan almenna fyrisiting.

Setan
Starvið er fulltíðarstarv, ella sambært avtalu, og verður sett skjótast gjørligt. Løn ogsetanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið ogStarvsfelagið.

Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinastalagi 15. juli 2025. Miða verður eftir, at starvið verður sett í viku 30.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Høgna Lamhauge á telefon+298 342425 ella við telduposti tilHogniL@us.fo.

Til ber at søkja starviðher.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin umvirkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál ogelveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing oglandsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis atstarvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligarumstøður til at søkja starvið.

kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið