Almannaverkið
Útgivið
4. juli 2025
Útgongur
25. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at seta 01.09.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Sambýlið í Smærugøtu 29 í Havn er í Almannaverkinum og hoyrir til eindina Menningartarn. Á sambýlinum búgva fimm búfólk við menningartarni og sálarligum avbjóðingum.

Høvuðsuppgávan er millum annað at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul og umsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við aðrar samstarvspartar.

Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum búfólk og starvsfólk. Vit stuðla og vegleiða búfólkunum í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum tey kunnu møta í gerandisdegnum.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

6. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið