Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
4. juli 2025
Útgongur
3. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at starvast saman við okkum? Matarskipanin á Skúlatrøð søkir eftir einum føðsluatstøðingi, í fast starv at byrja 11 august ella nærri avtalu. Starvið vit bjóða er áljóandi 35 tímar um vikuna, gerandisdagar millum kl. 07:00 til 15:00.

Á Skúlatrøð ganga á leið 750 næmingar, sum fáa bjóðað eina heilsugóða millummáltíð. Vit leggja stóran dent á góðskuna og føðsluvirði í mati og máltíðunum. Samstundis ynskja vit at virða umhvørvið við at skipa matarskránna eftir árstíðini og gagnnýta okkara føroyska tilfeingi.

Dagliga arbeiðsvirksemið í køkinum fevnir um matgerð, borðreiðing, fyrireiking, menna uppskriftir, vørumóttøku, reingerð o.a. fyrifallandi, sum hoyrir til í einum professionellum køki.

Sum føðsluatstøðingur skalt tú saman við toyminum í køkinum, vera við til at tryggja, at allir næmingar fáa gagn av tilboðnum og samstundis stuðla uppundir at menna tilboðið har vit bjóða eina heilsugóða millummáltíð.

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo
Freistin er 3. august Kostfakligt starv til matarskipanina á Skúlatrøð

Vit gleða okkum at hoyra frá tær

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið