Útgivið
12. juli 2022
Útgongur
11. august 2022
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum, at byrja 8. august 2022, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri fulltíðarstarvi ella starvi við niðursettari arbeiðstíð.

Tað eina starvi er í frítíðarskúlanum hjá okkum. Frítíðarskúlin flytur í egin høli í “gamla skúlanum” í Hósvík, eitt hanagleiv frá dagstovninum. Og hitt starvi er í barngarðinum.

Eitt av størvunum er varaleiðara starv. Varaleiðarin skal í samstarvi við leiðaran vera við at menna námsfrøðiliga arbeiðið og seta námsfrøðiligu kósina fyri stovnin.

Í dagliga arbeiðinum er tað umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum og at vit øll trívast saman.

Vit kunnu bjóða tær:

Eitt arbeiðspláss har pláss er fyri villum og stillum. Góðar møguleikar til handaligt virksemi, góðar umstøður til námsfrøðiligt virksemi úti í náttúruni, góða tíð at fyrireika og at eftirmeta námsfrøðiliga arbeiði og alt møguligt annað.

Um námsfrøðingur ikki søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambært Løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin)

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík

ella

storheygg@sunda.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 24. juli 2022.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara á telefon 297255. Og á heimasíðu okkara storheygg.fo

Líknandi størv

29. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið